Old Boys vunnu silvur á Toftum

Seinna finaluumfarið hjá Old Boys varð spælt í ivasomum veðri á Toftum í gjár.

NSÍ lá fremst eftir fyrsta umfarið á Sandi, men ungu toftamenninir vóru bara 2 stig aftanfyri. Tískil var stórur spenningur áðrenn seinastu dystirnar í gjár.

B71 møtti ikki. Orsøkina kenna vit ikki, men stjørnan á liðnum, Eli Hentze, var staddur á Anfield, og kundi tískil ikki vera við.

Bæði NSÍ og B68 vunnu ímóti HB. Helst vakrasta málið í kappingarárinum kom í dystinum millum NSÍ og HB, tá verjuleikarin Eyðun Gaardbo legði NSÍ framum 3-0. Dysturin endaði 5-2. Hini málini skoraðu Eddie (2), Helgi og Jónstein. Nú var lagt upp til eina finalu millum ungu toftamenninar og so okkara gomlu boysar. Um tað stóð á jøvnum, so var NSÍ meistari.

Hálvleiksstøðan var 1-0 til B68, og í fyrru helvt av seinna hálvleiki øktu teir til 2-0. Eyðstein Skipanes minkaði tó um munin, tá eini 5 min. vóru eftir at spæla. Tískil var stórur spenningur móti endanum, men tað gekk ikki hjá okkara monnum.

B68 vann, Nsí gjørdist nr. 2 og á triðja plássi var HB.

 

old

Myndin er frá fyrra finaluumfarinum á Sandi (mynd frá fsf.fo)

 

Líknandi tíðindi