Svenski Adi Terzic til NSÍ!

Fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic hevur júst skrivað undir við NSÍ!

Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin hjá sær.

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum støði, sigur Jens Wedeborg við heimasíðuna hjá NSÍ.

Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi:

– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima.

Vit gleða okkum til at bjóða Adi vælkomnum til vøllin við Løkin.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi