|

Andri Benjaminsen aftur í gulum!

Tað er okkum ein stór gleði at boða frá, at Andri Benjaminsen kemur heim aftur til NSÍ. Sum bara 16-ára gamal spældi Andri fyrstu ferð við NSÍ, og hóast sín unga aldur og uppvøkstur á Toftum hevur hann longu spælt heili 5 kappingarár við liðum hjá NSÍ.

Hóast tað er NSÍ, sum burdi givið Andri eina føðingardagsgávu, so er tað øvut hesaferð. Á sínum 24-ára føðingardegi í dag gevur hann okkum gulu eina stóra gávu, tí hann hevur júst skrivað undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ.

Andri hevur spælt 68 dystir í bestu deildini og 104 dystir í næstbestu deildini. Í hesum báðum deildunum hevur hann skotið heili 59 mál.

Úr rúgvuni av málum kunnu vit nevna ein heilt serligan dyst, tá B68 í 2020 ímóti AB langt inni í eykatíðini tryggjaði sær pláss í bestu deildini aftur. Andri skoraði øll trý málini í einum sera spennandi upp- og niðurflytingardysti. Vinnandi uppflytingarmálið kom tá 117 minuttir vóru spældir.

Andri verður uttan iva ein lyklaleikari, nú NSÍ skal skjótast upp aftur í bestu deildina.

Hjartaliga vælafturkomin til NSÍ, og hjartaliga til lukku við degnum.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi