Sunnudagin kl 15.00 NSÍ – B36

Sunnudagin kl 15.00 er aftur dystur við Løkin, B36 kemur á vitjan. Talan er um nr 3 og 4 í Betri deildini, ið møtast sunnudagin. 2 lið sum bjóða toppinum av, tískil talar at fyri at vit fáa ein undirhaldandi dyst við Løkin sunnudagin.

 

Tørvur er á at øll sum er góð við NSÍ møta upp, og gera sítt til at stuðla okkara monnum sunnudagin. So latið okkum nú øll STANDA SAMAN UM NSÍ og møta upp og veruliga stuðla okkara monnum. Tit eru vælkomin at verða í gulum, tað riggar so væl 🙂

 

Koyr á NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi