Bestu liðini sigraðu!

Fríggjakvøldi gekk leiðini hjá monninum norð til Margáir at spæla í móti EB/Streym. Okkara menn løgdu stórt trýst á EB/Streymi málið, men tað gekk ein løta áðrenn fyrst málið kom.

Tá ið 28 minuttir vóru leikti fingu okkara menn hol á! Oddur Højgaard byrjaði málskjótingina, og síðani vóru okkara menn ikki til at stegða. Dysturin endaði 1-6 til okkum.

Mál og upplegg:

28 min: 0-1 Oddur Højgaard (Upplegg Jógvan Højgaard)

31 min: 0-2 Búi Egilsson (Upplegg Betuel Hansen)

34 min: 0-3 Steffan A. Løkin (Upplegg Atli D. Petersen)

60 min: 1-3 EB/Streymur

65 min: 1-4 Atli D. Petersen (Upplegg Pætur Hentze)

77 min: 1-5 Jógvan Højgaard (Upplegg Yehor Korytskyi)

86 min: 1-6 Yehor Korytskyi (Upplegg Ragnar Steinhólm)

Kvinnurnar leiktu fyrru hálvfinalu í steypakappingini sunnudagin við Løkin ímóti Víkingi. Úrslitið gjørdist 4-1(3-0) til okkara, og tað má sigast at verða eitt sera gott útgangsstøðið, at fara inn um Gøtueiði til returdystin 27 august.

Dania A. Olsen legði fyri við málskjótingini í 26´min. Og tá farið var til hálvleiks stóð tað 3-0 til okkara.

Víkingur royndi at trýsta í seinna hálvleiki, og tær fingu eisini minkað um munin, við máli fráí 64´min.

Mál og upplegg:

26 min: 1-0 Dania S. A. Olsen (Upplegg Sara S. Lamhauge)

28 min: 2-0 Heidi Sevdal (Upplegg Rutt Gregersen)

45 min: 3-0 Dania S. A. Olsen (Brotsspark)

52 min: 4-0 Sara S. Lamhauge (Upplegg Lena Olsen)

64 min: 4-1 Víkingur

SAMAN STANDA VIT STERK

Líknandi tíðindi