METSTÓR LUTTØKA Í TF CUP

Undirtøkan fyri innandurakappingini í fótbólti fyri yngru deildirnar – TF Cup er metstór. Kappingin er leygardagin 6 og  sunnudagin 7  november í Ìtróttarhøllini í Runavík.

Íalt hava 83 lið tilmeldað seg til kappingina:

  • 8  pinkulingalið (árgangur 2003-04)
  • 15 smápiltalið (árgangur 2001-02)
  • 19 piltalið (1999-00)
  • 16 smádreingjalið (1997-98)
  • 8 dreingjalið (1995-96)
  • 4 unglingalið (1992-93-94)
  • 4 pinkulið gentur (2001-03)
  • 3 lið G.10-12 ár (1999-00)
  • 3 lið G.12-14 ár(1997-98)
  • 3 lið G.14-17 ár (1993-96)  

Kappingin leygardagin 6 november byrjar kl 08.00. Kappingartíðirnar fyri ymisku aldursbólkarnir vera soleiðis:

  • Pinkulingar frá kl 08.00-09.30
  • Smápiltar frá kl 09.40-12.40
  • Pinkur frá kl 12.55-13.25
  • Gentur 10-12 ár frá kl 13.30-14.00
  • Smágentur 12-14 ár frá kl 14.10-14.40
  • Piltar frá kl 15.00-18.50
  • Smádreingir frá kl 18.55-21.45

Kappingin sunnudagin 7 november byrjar kl 15.00 og verður leikt soleiðis:

  • Gentur 14-17 ár frá kl 15.00-15.30
  • Dreingir frá kl 15.40-17.10
  • Unglingar frá kl 17.15-18.00

Við liðunum g.14-17 ár, dreingir 14-16 ár og unglingar eru 4 leikarar, málverji íroknaður. Við hinum liðunum leika 5 leikarar, málverji íroknaður.

Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði.

Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki

Kostnaður fyri hvørt liðið er 250 kr.

Møguleikar verður at keypa breyð, kaffi, saft, og annað í høllini.

UNGDÓMSNEVNDIN HJÁ NSÍ YNSKIR LEIKARUM, FORELDRUM OG ONNUR AVVARÐANDI HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL RUNAVÍKAR

Líknandi tíðindi