NSÍ´arar á WU17 landsliðið!

NSÍ´arar á WU17 landsliðið!

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá WU17 landsliðnum, hevur úttikið hópin, sum skal til NM (Norðurlanda kapping) í Svørríki. Helga Mikkelsen og Sólja Vinjardsdóttir Johansen eru í millum teir úttiknu leikarnar, sum skulu við til Svørríkis. Báðar spæla við G16 liðnum hjá okkum, men eisini royna tær seg í betri deildini hjá kvinnum. 16 ára gamla Sólja,…

U13 gentur og betri deild kvinnur

U13 gentur og betri deild kvinnur

Í góðveðrinum í gjár høvdu U13 gentur og Betri deild kvinnur eina venjing saman. Venjaratoymini hjá báðum pørtum høvdu fyriskipað hendan dagin, og hýrðurin var góður á vøllinum. Venjingarnar umfevnaður bæði fótbóltsligar venjingar, men eisini var pláss fyri teimum meira skemtiligu spølinum. Alt í alt ein góð og gevandi venjing við Løkin. Gott veður, gott…

Bestu liðini sigraðu!

Bestu liðini sigraðu!

Fríggjakvøldi gekk leiðini hjá monninum norð til Margáir at spæla í móti EB/Streym. Okkara menn løgdu stórt trýst á EB/Streymi málið, men tað gekk ein løta áðrenn fyrst málið kom. Tá ið 28 minuttir vóru leikti fingu okkara menn hol á! Oddur Højgaard byrjaði málskjótingina, og síðani vóru okkara menn ikki til at stegða. Dysturin…

NSÍ hevur sett stjóra
|

NSÍ hevur sett stjóra

Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ. Jákup er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari…

1-0 sigur á Víkingi

1-0 sigur á Víkingi

1 deild menn: NSÍ – Víkingur 1-0 (0-0) MÁL: 47 min 1-0 Búi Egilsson Upplegg: Beinir Nolsøe Í allar fagrasta veðri var heilt fitt av fólki leitað sær til dyst millum NSÍ og Víking. Hjá okkum var ein broyting í mun til sigurin á toftamonnum seinasta leygardag. Yehor var sjúkur, so í hansara stað hevði…

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands. Petur Knudsen skoraði herfyri sítt fyrsta mál í bestu deildini í Danmark – og í kvøld gjørdist NSÍ-legendan Klæmint A. Olsen stóra hetjan í Íslandi, tá hann langt inni í yvirtíðini tryggjaði ein 5-4 sigur til Breiðablik. Hin føroyingurin, Patrik Johannesen, skoraði eisini í…

Leygardagin 29. apríl: NSÍ – FC Hoyvík kl. 15.00

NSÍ fær leygardagin vitjan av Jens Martini Knudsen og hoyvíkingum. Talan er um eina týdningarmikla uppgerð, tí talan er um ein kappingarneyta, tá tað kemur til uppflyting uppaftur í bestu deildina. Tað er mentanarvika í Runavík, so talan verður um ein spennandi dyst við nógvum áskoðarum. Komið og stuðlið okkara monnum, nú vit skulu taka…