1. deild NSÍ – KÍ 0-2

1. deildarliðið hjá NSÍ spældi móti KÍ við Løkin í dag. Okkara lið var sera ungt og stórt sæð mannað við unglingaleikarum. Men teir royndust væl. Hóast okkara dreingir taptu 0-2 móti besta liði hjá KÍ, var dysturin sera javnur. Okkara dreingir høvdu minst líka nógv av spælinum, men fingu ikki bóltin í málið. Klaksvíkingar…

UNGLINGAR ERU Í STEYPAFINALUNI

Við Løkin í gjárkvøldið spældu okkara unglingar seg í finaluna í steypakappingini . Mótstøðuliðið í hálvfinaluni var Skála. Talan var um ein rímuliga javnan dyst, sum NSÌ vann 1-0. Avgerandi málið skjeyt ungi Aron Jacobsen í fyrra hálvleiki.  Finalan verður ímóti vinnaranum av dystinum KÌ – EB/S, á uttanveltaðum vølli 22 juni. Ì landskappingini, hevur eisini gingið…

Eg trúgvi upp á meg sjálvan

Hesa áhugaverdu greinina hevur Áki Leitisstein Hansen skrivað fyri Áarósan – blaðið hjá Føroyingafelagnum í Århus. Heri Hansen Nesá spældi fleiri ár við ungdómsliðum hjá NSÍ. Vit takka Áka fyri loyvi at endurgeva greinina her á síðuni. Århus-profilur: Heri Hansen Nesá kom til Århus við ætlanini um at menna seg sum fótbóltsleikara. Býarfelagið AGF hevur…

Unglingar: NSÍ-KÍ 2-0

Toppuppgerð í Unglingadeildini varð spæld við Løkin í dag. NSÍ tók móti KÍ, og høvdu hesi bæði liðini vunnið allar sínar dystir í landskappingini higartil. Úrslitið gjørdist 2-0 til NSÍ. Málini skoraðu Arni Gregersen og Per Langgaard. Sera flott avrik dreingir! Johnny Lamhauge hevur sent okkum nakrar myndir frá dystinum í dag. [nggallery id=42]

Viljormur in Action

Áki Leitisstein Hansen tók hesar myndirnar leygardagin, tá ið U-19 liðini hjá AGF og OB spældu í Århus. Millum leikararnar á vøllinum var Viljormur Davidsen, og uttanfyri vøllin saman við honum stóð Heri Hansen Nesá. Heri spælir á næstbesta liðnum hjá AGF. Dysturin millum U-19 liðini hjá AGF og OB endaði 1-0 til útiliðið, og…