Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands. Petur Knudsen skoraði herfyri sítt fyrsta mál í bestu deildini í Danmark – og í kvøld gjørdist NSÍ-legendan Klæmint A. Olsen stóra hetjan í Íslandi, tá hann langt inni í yvirtíðini tryggjaði ein 5-4 sigur til Breiðablik.

Hin føroyingurin, Patrik Johannesen, skoraði eisini í kvøld sítt fyrsta mál fyri Breiðablik í landskappingini, so talan var um ein góðan dag í íslandi – bæði við gulum og við føroyskum brillum.

Vit kunnu sanniliga staðfesta, at nógvir góðir gulir eru uppaldir við Løkin í Runavík!

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi