Leygardagin 29. apríl: NSÍ – FC Hoyvík kl. 15.00

NSÍ fær leygardagin vitjan av Jens Martini Knudsen og hoyvíkingum. Talan er um eina týdningarmikla uppgerð, tí talan er um ein kappingarneyta, tá tað kemur til uppflyting uppaftur í bestu deildina.

Tað er mentanarvika í Runavík, so talan verður um ein spennandi dyst við nógvum áskoðarum.

Komið og stuðlið okkara monnum, nú vit skulu taka enn eitt fet ímóti bestu deildini.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi