|

Basarurin verður 20. mai kl. 18

Árligi basarurin hjá NSÍ verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin 20. mai frá kl. 18. Ymisk kend fólk úr lokaløkinum snara hjólinum.

Fyri felagið er basarurin eitt sera gott tiltak, tí umframt at geva felagnum fíggjarligan stuðul, er tað eisini eitt stuttligt og sosialt tiltak fyri limir og onnur kring felagið, ung sum eldri.

Møguleiki er at stuðla felagnum við vinningum at burturluta. Vinningar kunnu latast við at ringja til Guðruna av Reyni tlf 511316 ella Jónu Kristiansen tlf 504761. Vinningar kunnu eisini latast í kantinuni á degnum frá kl. 12.

Líknandi tíðindi