| |

Góður NSÍ dagur í dag!

Langt um leingi bar til at spæla fótbóltsdystir aftur. Kappingin hevur verið tarnað av, at kavin ikki hevði hug at sleppa okkum heilt, og síðan var landsliðssteðgur.

Í dag kom tó gongd í aftur hjá teimum vaksnu, og væl kom burturúr.

Kvinnurnar spældu vesturi á Dungasandi, og lótu ongan iva verða. Stóra hetjan og dagsins leikari var enn einaferð Heidi Sevdal, sum fyrst skoraði beint fyri og síðan eftir hálvleikin, fyri síðan at fáa hattrikkið í hús við brotssparki í 84. min.
Betri deildin, kvinnur: 07Vestur 0-3 NSÍ

Við Løkin spældi 2. deild menn móti KÍ. Gestirnir komu betur frá byrjan, og komu á odda eftir eitt korter. Okkara mannaðu seg tó upp, og tá ringasti rusturin var bankaður av, lótu teir ongan iva verða. Við tveimum málum, í 35. min og 68. min, syrgdi dagsins leikari, Jonn Mortensen, fyri at stigini komu í hús. Heimaliðið kundi væl fingið fleiri mál, men eitt meira enn hin er nokk til at vinna.
2. deild, menn: NSÍ 2-1 KÍ

Síðsti dystur var í Klaksvík, har 1. deild okkara spældi móti KÍ. Her drógu okkara eisini longra stráðið, og eisini her høvdu vit fleirmálsskjútta. Búi Egilsson fekk bæði málini í 2-0 sigrinum móti KÍ, og leggjast kann afturat, at Mórits Heini Mortensen átti bæði uppleggini. Við sigrinum hava menninir 4 stig fyri 2 dystir, og eru enn ósigraðir.
1. deild, menn: KÍ 0-2 NSÍ 

Niðurstøðan má verða, at hetta gjørdist ein góður NSÍ dagur í dag! 

Líknandi tíðindi