Ein javnleikur, eitt stig og eitt stig fremst


NSÍ leikti seinnapartin 1-1 javnleik móti FC Suðuroy í Vági. Christian Høgni skjeyt okkara mál tíðliga í dystinum, meðan FCS javnaði við beinleiðis frísparki beint undan hálvleik.

Fitt av viðhaldsfólki var farið suður um fjørð við Regina Baltica. Og fleiri okkara kendu tað á okkum, at í dag fór at bragda. Hetta hóast FC Suðuroy so dyggiliga setti HB uppá pláss í Gundadali her fyri.

Hjá okkum byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Jóhan, Jens, Einar, Jústinus, Jann Ingi, Bogi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

Dysturin byrjaði við tolnum uppspæli hjá NSÍ, meðan FC Suðuroy í stóran mun spældu bóltin skjótt fram til Manuka og Jón Krosslá Poulsen. NSÍ hevði meira av spælinum frá dystarbyrjan og eydnaðist tað eftir 10 minuttir at fáa hol á. Jann Ingi skjeyt úr 20 metrum, men rakti ikki rættliga bóltin, ið fór út til Klæmint, ið frá baklinjuni legði hann fyri føturnar á Christian Høgna, ið fekk trýst bóltin inn. 1-0 til NSÍ.

NSÍ stýrdi í stóran mun spælinum í fyrra hálvleiki uttan at koma til teir heilt stóru kjansirnar. FC Suðuroy fekk ikki rættiliga kontraspælið at koyra.

Í seinastu løtuni av fyrsta hálvleika fær FC Suðuroy tó eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin í teirra vinstru síðu. Mamuka skrúvaði bóltin uppum múrin og upp í hornið – eitt sera vakurt frísparksmál. Hetta var seinasta sparkið í fyrra hálvleiki. Tað kendist hugtungt, at vit eftir sera stóra yvirvág í spæli bert høvdu javnleik í hálvleikinum.

Í stóran mun endurtók mynstrið seg í seinna hálvleiki. NSÍ spældi tolið og í stóran mun væl, meðan FC Suðuroy tóktist nøkt við støðuna.

Í 74. minutti fekk Kasper Schultz reytt kort fyri at fella Christian Høgna, og gav hetta okkum saman við offensivum innskiftingum av Debes, Erland og Árna fyri Boga, Jens og Jann Inga eina ørgrynnu av kjansum seinastu løtuna. Árni kom sera nær við at fáa bóltin inn við handaru stong. Einaferð fór hann í málið, men varð dømdur rangstæddur, og Christian Høgni skjeyt á tvørtræið heilt í endanum.

Sigast má, at tað kendist veruliga, sum at spælið var til ein sigur í dag. Men hetta bleiv ikki. Endaliga úrslitið varð 1-1.

Tætta kappingin í oddinum á Vodafonedeildini, har øll taka stig frá øllum, ger, at vit framvegis eru á odda, eitt stig frammanfyri HB.

Fimm umfør resta av kappingini. Nú hósdagin kl. 17.30 møta vit Víkingi við Løkin.

[nggallery id=102]

Líknandi tíðindi