András – dagsins maður móti Víkingi


Síðani 0-1 tapið fyri Víkingi við Løkin seinasta hóskvøld hava tit havt møguleikan at velja dagsins mann í dystinum.

Tit hava enn eina ferð valt András til dagsins mann. Hann hevur staðið sera væl hesar seinastu truplu dystirnar, og gjørdi tað aftur hendan dagin. András fekk 22% (38 atkv.) av teimum 172 givnu atkvøðunum.

Tað var tó sera stutt niður til nummar tvey, Jens, ið fekk 21% (36 atkv.). Nummar trý gjørdist Jústinus við 9% (16 atkv.)

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti AB við Løkin í kvøld kl. 17.30.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[poll id=”24″]

Líknandi tíðindi