Málleysur spenningur: NSÍ-ÍF 0-0

Eftir at HB tapti ímóti FC Suðuroy í gjár, høvdu vit møguleikan at økja um leiðsluna í toppinum. Tað gjørdu vit eisini, men bert við einum stigi, soleiðis at vit nú eru á odda við trimum stigum eftir dystin ímóti ÍF í kvøld.

Pauli Poulsen var noyddur at gera onkrar broytingar á liðnum, tí at bæði Bogi og Einar høvdu leikbann. Hettar bar í sær, at Heðin aftur spældi á vinstra bakki, og Debes og Jann Martin spældu á vengrunum. Annars var liðuppstillingin tann, hon hevur verið meginpartin av kappingarárinum.

Dysturin byrjaði við høgum tempo, bæði liðini spældu skjótt, mestsum við ov høgari leikferð, tí hettar bar við sær nógvar skeivar avleveringar frá báðum liðum. Men tað sást týðuliga, at bæði liðini vildu vinna dystin.

Tá ið umleið 10 min. eru leiktir, fær ÍF fríspark nakað uttanfyri brotsteigin. Bartal tekur frísparkið høgt inní brotsteiginum, har í Jónhard er so óheppin at fáa bóltin á hondina, tá ið hann fer upp at skalla. Petur Reinert dømir brotsspark, og Andy verður settur at skjóta, men Gango hevur lisið hann av og tveitir seg rættan veg og bjargar skotinum. Fantastiskt av Andrassi Gango, sum hevur víst, at hann uttan iva er besti málmaður í landinum í løtuni.

Annars gekk tað javnt á, men tað tóktist sum um okkara menn høvdu trupult við at fáa tað heilt góða spælið fram, sum vit hava sæð so ofta í ár.

Tá ið uml. 18 min vóru leiktir, eru okkara menn í álopi í høgru síðu, Debes snýtir ein ÍF’ara og spælir bóltin til Jónhard, sum er komin framvið. Hann leggur ein góðan bólt innfyri til ein rímuliga frían Christian Høgna, sum ikki rakar bóltin, tá ið hann skal smekka til, annars eitt gott álop.

Í 24. minutti tekur Debes eitt horna, sum Jákup má boksa uppum til nýtt horna. Heðin tekur hornasparkið, og bólturin kemur útaftur úr brotsteiginum til Heðin, sum rekur eitt sindur við bóltinum, áðrenn hann smekkar til, men Jákup bjargar.

Seinasta korterið av hálvleikinum royndi ÍF at trýsta, og fingu teir nøkur hornaspørk og okkurt frísparkið eisini, men tað bleiv ikki rættuliga vandamikið. Men tó so, teir høvdu ein góðan kjans, tá ið 39 min. vóru leiktir. Ein langur bóltur verður spældur fram til Øssur, sum fær lagt bóltin eftir jørð inn til Saric, men tíbetur gerst hann akkurát ov stuttur og fær bara táðina á bóltin, so tað var lætt hjá Gango at bjarga.

Fyrri hálvleikur var samanumtikið toluliga javnur, men okkara menn høvdu trupult við at fáa spælið at hanga orduliga saman, og bleiv tað ofta til langar sendingar upp í álopi, sum sjáldan nakað vandamikið spurdist burturúr.

Seinni hálvleikur var nógv betri hjá okkara monnum, og bæði í 53. og 55. minutti høvdu teir góð álop. Fyrst var tað Jústinus, sum spældi Debes frían, hann smekkar til, men Jákup bjargar meistarliga. Síðani bleiv Jann Ingi spældur fríur, men Jákup bjargaði skotinum frá honum.

Í 60. minutti ger Pauli eina dupulta útskifting, út fara Jann Martin og Debes, í teirra stað koma Árni og Erland. Løtu seinni sleppur Erland ígjøgnum í høgru síðu og spælir bóltin inn til Árna, sum smekkar til, men skotið verður bjargað á sjálvari málstrikuni, hettar var helst størsti málmøguleiki í dystinum.

Okkara menn royndu alt, teir vóru mentir at fáa avgerandi málið og løgdu ÍF-leikararnar undir stórt trýst, men mál spurdist ikki burturúr, og dysturin endaði við málleysum javnleiki.

Samanumtikið kunnu vit fegnast um, at vit framvegis eru á odda í kappingini. Vit spældu ikki ein serliga góðan fyrra hálvleik, men komu sterkt aftur í seinna hálvleiki og vóru tá óhepnir ikki at vinna dystin.

Næsti dystur verður komandi sunnudag í Vági ímóti FC Suðuroy. Vónandi koma nógv viðhaldsfólk við suður at stuðla okkara monnum.

NSÍ – ÍF 0-0

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg,  Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen(60 min. Árni Frederiksberg) , Heðin á Lakjuni, Debes Danielsen (60 min. Erland B. Danielsen), Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=100]

Líknandi tíðindi