Tungt og tepurt tap: NSÍ-VÍKINGUR 0-1


Víkingur fór við øllum stigunum, eftir at teir í kvøld vunnu 1-0 á NSÍ við Løkin.Líkindi til at spæla vóru hampilig, eitt kaldligt lot men turt. Fitt av áskoðarum vóru møttir upp og teir vóru vitni til ein ikki serliga væl spældan dyst við fáum málmøguleikum, har Víkingur fór at stað við øllum stigunum.

NSÍ stillaði upp við Gango í málinum, Einar og Jonhard á bakkunum, Johan og Jens í miðverjuni, Jústines og Erland á sentrala miðvøllinum, Boga og Heðin á kantunum og Christian Høgna og Klæmint í álopinum. Jann Ingi var leikbannaður, og stórur saknur var í honum í tí uppbyggjandi spælinum á miðjuni.

Fyrri hálvleikur var javnur við fáum upplagdum málmøguleikum. Tó skoraðu bæði liðini hvørt sítt mál, men sum rætt vóru bæði málini dømd fyri rangstøðu.

NSÍ-spælið hekk ikki ordiliga saman. Alt ov ofta vórðu bóltarnir spældir úr verju í álop, og gjørdi tað tað sera trupult at arbeiða við hjá áleyparunum. Dysturin var eisini merktir av nógvum skeivum avleveringum. Tað, sum hevur verið eyðkennið hjá liðnum í ár, við tolnum uppspæli frá verju umvegis miðju til kantarnar, var sjáldan at síggja í kvøld.

Taktikkurin hjá Víkingi var at leggja trýst høgt uppi á vøllinum og hetta eydnaðist sera væl, tí NSÍ-ararnir virkaðu fjálturstungnir og uppspælið hekk illa saman.

Víkingur hevði ein góðan stútara í 25. min. sum Andras fekk bjargað á sjálvari strikuni. Í 30. min. hevði Bogi eitt gott langskot úr 20 metra fjarstøðu, men Geza bjargaði meistarliga.

Í 35. min var NSÍ nær við at leggja seg á odda. Geza kemur heldur klossut út í egnum 16-metri. Christian Høgni uppfatar ein málmøguleika og er fyrri á bóltinum og hælar bóltin í tað fría málið, men í evstu løtu bjargar ein Víkinga-verjuleikari á sjálvari strikuni.

Í 40. min rekur Bárður hjá Víkingi seg leysan í NSÍ brotsteiginum og dettur. Víkingarnir vilja hava brotspark, men dómaraflotan hjá Rúna Gaardbo tigur.

Liðini fóru til hálvleiks uttan at nakað mál var komið.

Fyrstu 20 min. av seinna hálvleiki var tað Víkingur, sum legði eitt stórt trýst á NSÍ-verjuna. Okkara menn høvdu trupulleikar við at standa móti trýstinum, og í 66. min. gevur Víkinga-trýstið úrslit, tá teir leggja seg á odda 1-0. Bárður Hansen, sum var eyðsýndur á Víkinga-liðinum, sendi ein góðan bólt innfyri NSÍ-málið úr vinstru, har Erland var so óheppin at beina bóltin í egið mál.

NSÍ var nú noytt at satsa frameftir. Erland var skiftur út, og Debes kom inn á kantin, meðan Bogi var fluttur inn á miðjuna. Hetta skapti eitt nógv størri NSÍ-trýst, men Víkinga-verjan stóð sera stinn.

Árni Frederiksberg varð settur inn í 80. min. fyri Klæmint, samstundis sum Johan Troest var fluttur fram í álopið í eini seinastu roynd at fáa eitt útjavnandi mál, men hetta eyndaðist tíverri ikki.

Tá dómarin blásti dystin av, var tapið veruleiki, og Víkingarnir vóru sum vera man sera glaðir, meðan NSÍ-ararnir vóru sera vónsviknir um hetta tunga tapið. Tá HB samstundis á heimavølli vann greitt á AB, merkti hetta, at NSÍ misti oddasessin.

Enn resta fýra leikumfør, og tað er bert eitt at gera, og tað er at fáa hetta tapið afturum sum skjótast og herja á aftur í næsta dysti, sum er móti AB á heimavølli mánadagin 27. september.

KOYRIÐ Á.  SAMAN STANDA VIT STERK.

Hagtøl:
NSÍ- Víkingur 0-1 (0-0)
66 min: 0-1 sjálvmál Erland B. Danielsen

Liðið: Gango, Einar, Jonhard, Jens, Johan, Jústines, Erland (70 min Debes), Bogi, Heðin, Christian Høgni, Klæmint (80 min Àrni). À bonkinum uttan at koma inn; Kristian, Monrad, Magnus Pauli

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=104]

Líknandi tíðindi