András – dagsins maður móti ÍF


Eftir 0-0 javnleikin móti ÍF við Løkin 13. september høvdu tit møguleikan at velja dagsins mann í dystinum.

Fyri fjórðu ferð á rað valdu til András til dagsins mann. Hann stóð ein branddyst og tók m.a. eitt brotsspark, sum Andy skjeyt. András fekk 37% (94 atkv.) av teimum 252 givnu atkvøðunum.

Nummar tvey og trý gjørdust Jústinus og Jóhan við ávikavist 13% (34 atkv.) og 9% (22 atkv.)

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti Víkingi við Løkin í kvøld kl. 17.30.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”22″]

Líknandi tíðindi