Tíðindi

Unglingar steypavinnarar 2010

Ì kvøld kl 19.30 varð finalan í steypakappingini hjá unglingum leikt í Leirvík. Dysturin var millum NSÌ og KÌ.

Fótbóltslíkindini vóru frálík og fitt av áskoðarum bæði úr Runavík og Klaksvík høvdu leitað sær til Leirvíkar í góðveðrinum.

Tað var NSÌ sum kom best frá byrjan. Ì 7 min fær NSÌ fríspark nakað framman fyri KÌ miðjuna. Liðskiparin Monrad Holm varð settur at skjóta. Monrad sendi ein góðan bólt innum um KÌ verjuna har evnaríki unglingin Àrni Frederiksberg forlongdi bóltin høgrumegin KÌ málverjan í netið til 1-0 .

Eftir hetta javnaði spælið seg. KÌ hevði  bóltin meira  men teir høvdu trupulleikar at skapa teir heilt vandamiklu málmøguleikarnar. Verjan stóð sera stinn og málmaðurin hjá okkum Kristian var ein tryggur aftasti skansi. Tá 23 min eru spældir javnar KÌ til 1-1. Kì arnir spæla væl saman í vinstru síðu. Bólturin verður lyftur uppum Magnus Paula á høgra bakki til ein KÌ áleypara sum púra fríur móti málinum setir bóltin í netið høgrumegin Kristian í NSÌ málinum.

Hálvleiksstøðan var 1-1.

Ì seinna hálvleiki var tað KÌ sum sat fyri tað mesta á bóltinum og vóru leikliga greitt omaná. Teir løgdu eitt sera hart trýst á NSÌ málið og vóru fleiri ferðir nær við at skorað. Verjan hjá okkum stóð sera stinn og Kristian hevði fleiri super bjargingar.

Móti endanum av dystinum komu okkara leikarar meira við. Eftir horna úr vinstru síðu í 82 min, er minsti maður á vøllinum, Viggo Hansen hægstur og setir bóltin í málið við høvdinum til endaliga úrslitið 2-1 til NSÌ.

Sjálvt um KÌ var tað betra liðið og var spælstýrandi vóru teir ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum. Ì fótbólti er tað málini sum telja og har vóru okkara leikarar meiri effektivir enn KÍ arnir og tí vunnu vit.

Okkara dreingir stríddust sera væl allan dystin. À odda gekk Viggo, sum spældi ein branddyst í kvøld. Hann var allastaðni har bólturin var og gjørdist eisini matchvinnari.

Hjartaliga tillukku við sigrinum og góða eydnu víðari í landskappingini.

Steypavinnarar unglingar 2010: NSÌ

Afv: Hallur, Jógvan Eli, Bárður, Monrad, Aron, Kristian, Per, Magnus Pauli, Kemm, Arni og Sonni venjari

Ffv: Beinir, Jákup, Nemanja, Viggo, Àrni, Òli og Òli

Líknandi tíðindi