Tillukku Jákup Mortensen

NSÍ skipaði fyri eini lítlari móttøku fyri Jákup Mortensen, og ynsktu honum tillukku við heiðursbrævinum Poul E Petersens. Her er røðan sum Dánial Hansen formaður fyri NSÍ hevði fyri Jákupi.

Tað er ein stórur heiður at standa her sum formaður, og ynskja Jákupi tillukku við heiðursbrævinum Poul E Petersens, sum hann so ruddiliga hevur uppiborið. Takk til ÍSF fyri at Jákup fekk hesa uppiborna viðurkenning.

Um Jákup ikki hevði byrjað við at vant eitt piltalið í 1972, so hevði verið ivingarsamt um vit í kvøld sótu her, í einum NSÍ felagskapið. Jákup hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri hettar økið, og eigur hann stórt rós fyri alt sítt stríð, sum hann hevur lagt í NSÍ. Uttan Jákup er spurningurin, um vit yvirhøvur vóru her í dag, og um fótbólturin í NSÍ yvirhøvur hevði verið í tí støðu hann er í nú. Jákup eigur nógv gullegg í felagnum, og hann elskar NSÍ, og hevur verið ein slóðbrótari fyri fótbóltin her í økinum. Jákup hevur altíð verið aktivur, og er enn at síggja við vøllin við Løkin.  Mortensen familjan hevur ein stóran týdning í felagnum, og í nógv ár fram, fara vit at síggja nógv til Mortensen familjuna í NSÍ.

Takk Jákup fyri títt íkast til felagið, takk fyri títt íkast fyri alt økið her, tú hevur verið ein slóðbrótari, og tú hevur lagt nógv góð gullkorn eftir teg í NSÍ, so felagið og Runavíkar økið, kann heysta av í nógv ár fram. Tú byrjaði at sáða, og enn veksur og síggjast spírar í urtagarðinum, sum tú hevur verið við at skapt, og NSÍ familjan veksur enn. Tað er okkara ábyrgd at røkta urtagarðin væl og við virðing og eymleika, ein vakur urtagarður, sum tú so væl hevur megnað at skapt.  

Havi hug at taka hesa lýsingina við, sum so væl lýsir títt arbeið í NSÍ, og yrkjarin kenna tit nokk aftur: “Sáðið í jørðina grivið, við miklum huga og tol” Soleiðis byrjar teksturin til væl kenda sangin hjá Jákup Mortensen, Rósan. “Sáðið í jørðina grivið, við miklum huga og tol”. Sanniliga hevur Jákup planta sáðið í jørðina, og við miklum huga og tol, tí spírarnir eru enn at síggja. Haldi at hesi orðini frá Jákupi sjálvum, lýsa so væl hansara persón, hansara ídni, vilja og tol til at fáa spírarnar at síggjast og bera frukt. Takk Jákup fyri at tú hevur planta sáðið í jørðina her í økinum, takk fyri spírarnar sum tú hevur verið við at skapt. Vit eru øll ómetaliga takksom fyri teg sum persón og slóðbrótara fyri NSÍ.

Eg skal við hesum fáu orðum enn einaferð ynskja tær hjartaliga tillukku við heiðursbrævinum Poul E Petersens, ein heiður sum er komin til rættan persón, tað rokni eg heilt víst at allir føroyingar eru samdir í. Takk fyri tín ótroyttiliga vilja at skapa NSÍ til eitt gott og sterkt felag, takk fyri hjálpsemið, takk fyri góðan lærdóm, og takk fyri eitt gott vinarband. Stóra takk fyri ynskja vit øll úr NSÍ, og hjartaliga tillukku.

Dánial Hansen

Formaður, NSÍ

Líknandi tíðindi