Dómaraskeið leygardagin 4 juni

Í samstarvi við FSF, skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri dómaraskeiði leygardagin 4. juni. Tann ástøðiligi parturin av skeiðnum verður hildin í hølunum hjá OCD í Saltangará meðan tann praktiski parturin verður á vøllinum við Løkin.

Byrjað verður í hølunum hjá OCD kl 09.00. Skeiðið er ókeypis.

Skeiðið er ætlað fólki sum hava hug at døma, men sum enn ikki hava tikið nakað dómaraskeið. Eingin próvtøka er men luttakarnir fáa luttøkuprógv. Prógvið gevur rætt til at døma dystir í yngru deildunum (til og við dreingir). Eftir skeiðið ber til at fara víðari í dómaraútbúgvingini.

Skeiðið verður leygardagin 4. juni frá kl 09.00 til kl 13.00. Skeiðshaldari verður okkara altjóða dómari, Petur Reinert.

Skeiðið er ikki fullteknað enn, so tey sum hava hug at melda til, kunnu venda sær til Jonhard Hansen á 28 55 01 ella við at senda ein t-post til [email protected].

Hjartaliga vælkomin

Ungdómsnevndin hjá NSÌ

Líknandi tíðindi