Bogi Løkin til NSÍ!


Bogi Løkin, sum seinasta árið hevur verið í Danmark í lestrarørindum, kemur heim og verður partur av hópinum hjá NSÍ restina av kappingarárinum.

Bogi hevur seinastu tíðina spælt við Frem, men hava teir sum kunnugt havt tað strævið í deildini, og er avgerðin nú fallin um, at teir flyta úr næstbestu deildini.

Tað gleðir okkum, at Bogi gerst partur av hópinum hjá okkum. Vit vita og kenna dygdirnar hjá Boga og ivast ikki í, at Bogi verður ein styrkur fyri felagið.

Líknandi tíðindi