BN Cup – innandura fótbóltskapping 19-20 Februar 2011

Ì samstarvi við Bank Nordik skipar ungdómsnevndin hjá NSÍ fyri innandura fótbóltskapping  í Ìtróttahøllini í Runavík

Tær eldru deildirnar spæla leygardagin eftir kl 18.00 og tær yngru deildirnar sunnudagin frá kl 13.00.

Aldursbólkar:

Pinkur 7-9 ár (f. 2001-03)

Gentur 10-11 ár (f.1999-00)

Smágentur 12-13 ár (f. 1997-98)

Gentur 14-17 ár (f. 1993-96)

Pinkulingar 6-7 ár (f.2003-04)

Smápiltar 8-9 ár (f.2001-02)

Piltar 10-11 ár (f.1999-00)

Smádreingir 12-13 ár (f.1997-98)

Dreingir 14-16 ár (f. 1995-96)

Unglingar 17-19 ár (f 1992-93-94)

Við liðunum g.14-17 ár, dreingir 14-16 ár og unglingar eru 4 leikarar, málverji íroknaður. Við hinum liðunum leika 5 leikarar, málverji íroknaður.

Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði. Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki

Tilmelding á telefon 779096, 218203, 270207,   ella á teldupost til [email protected] í seinasta lagi hósdagin  17 Februar kl. 19.00

Kostnaður fyri hvørt liðið er 250 kr

Líknandi tíðindi