Morgunvenjing fyri dreingir og unglingar hjá NSÌ

 

Hvønn mána- og mikumorgun hava NSÌ dreingir og unglingar tilboð um morgunvenjing.

Venjingin byrjar kl 06.30 og varar ein tíma. Venjingin umfatar styrkivenjing og tekniska venjing við bólti.

At byrja við var undirtøkan lítil, men nú er áhugin støðugt vaksandi. Í morgun vóru 14 dreingir til venjing, og tað má sigast at vera flott. Eftir venjingina hava dreingirnir møguleika at fáa sær eitt brúsubað, og síðan verður farið oman í skúlan.

Sum sagt er talan um eitt tilboð, og um áhugi er fyri tí er bert at møta upp mána- og mikumorgun kl 06.30.

Líknandi tíðindi