U-15 stórsigur móti Tasta IL

Næsti dysturin hjá U-15 liðnum hevur verið fyrrapartin í dag. Mótstøðuliðið var norska Tasta IL, sum er úr Stavanger.

Tað sást beinanvegin at stórur munur var á liðunum báðum. Føroyingarnir vóru betri á at siga øllum plássum og stýrdu dystinum frá byrjan til enda. Ùrslitið gjørdist heili 10-0 eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Við størri neyvleika kundi úrslitið verið 3-4 mál meira.

Málskjúttar í dag vóru:

Meinhard Olsen 3 mál

Jóhannes Hansen 2 mál

Súni Højgaard 1 mál

Betuel Hansen 1 mál

Esmar Clementsen 1 mál

Patrikk Johannesen 1 mál

Hilmar Leon Jacobsen 1 mál.

Ì kvøld kl 19.00 spæla U-15 dreingirnir ein vinardyst móti Falkirk FC.

Myndir frá dystinum í morgun eru niðanfyri.

[nggallery id=68]

Líknandi tíðindi