U-17 tvey tepur tap

U17 dreingirnir hjá okkum leiktu í gjár móti Birmingham, har teir taptu tepurt 1-0. Føroyar var undir trýsti fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men komu so meira inn í dystin. Teir fingu spælt´sær til 3 stórar málmøguleikar, sum málmaðurin vardi fyri. Birmingham fekk mál uppá teirra einasta veruliga møguleika og vunnu tí dystin.

Ì dag spældu so dreingirnir móti Ross County FC, sum er sama felag sum Atli Gregersen fer at spæla við nú í summar. Tíverri eydnaðist ikki Føroyum at skora nakað mál meðan mótstøðuliðið fekk tvey mál í seinna hálvleiki. Samanumtikið var talan um ein uppibornan sigur til Ross County. Føroyar hevði ikki sín besta dag. Skotsku dreingirnir vóru væl sterkari kropsliga enn okkara og tað gjørdi tað torført fyri okkara dreingir at spæla seg til teir heilt stóru málmøguleikarnar.

Ì morgin leika U-17 dreingirnir móti Dundee United FC og vit rokna við at teir vera ógvuliga uppsettir at skapa eitt gott úrslit. 

Niðanfyri eru myndir frá dystinum móti Ross County.

[nggallery id=69]

Líknandi tíðindi