Venjingardystur: Sigur til okkum!

NSÍ – ÍF 3 – 1 (2 – 0)
Málskjúttar
Búi Egilsson
Yehor Korytskyi
Mammuka Toronjadze

Leygardagin 22. juli spældu bestu liðini hjá NSÍ og ÍF venjingardyst við
løkin.
Hesin dystur var ein liður í fyrireiking, nú kappingin byrjar aftur eftir
summarsteðgin.
Í málinum var Kristian Joensen aftur, aftaná hann breyt fingurin í
steypadystinum móti B68.
Leikliga var NSÍ oman á gjøgnum allan dystin, og til tíðir var spælið heilt
gott.
Vit skoraðu 2 góð mál í fyrra hálvleiki, tað fyrra har Sølvi Sigvadsen
hegnislga spældi inn um ÍF verjuna til ein púra fríðan Búa Egilsson, sum
takkaði fyri álitið, og setti bóltin trygt í netið. Og tað gekk ikki leingi so
var aftur mál til okkum. Gott uppspæl í høgru, har Steffan Løkin breyt í
gjøgnum og sendi bóltin innfyri málið har Yehor Korytskyi í aftaru stong høvdaði
bóltin í ÍF málið, eitt av teimum heilt góðu málunum.
Hálvleiksstøðan gjørdist 2 – 0 til okkum.
Í seinnra hálvleiki, gjørdi bæði liðini fleiri útskiftngar, men tað var
allatíðina okkara sum lógu meir framvið, og um hepnið var við okkum so
kundi sigurin verið eitt sindur størri. Bæði liðin fingu hvør sítt mál, og hjá
okkum var tað Mammuka Toronjadze sum við frálíkum langskoti sendi bóltin í ÍF
málið.
Hóskvøldið 27. juli kl 19.00 skulu okkara menn til Hoyvíkar at taka ímóti
FC Hoyvík, sum eru í niðara enda í 1 deild.
Liðið hjá okkum móti ÍF:
Kristian Joensen – Mórits Heini Mortensen – Atli Petersen – Betuel
Hansen – Meinhard Geyti – Sølvi Sigvardsen – Hans M Davidsen –
Beinir Nolsøe – Búi Egilsson – Steffan Løkin – Yehor Korytskyi

Í seinnra hálvleik komu hesir inn
Jón Petur Thomsen – Mammuka Toronjadze – Ragnar Steinhólm – Teitur Knudsen
– Jógvan Højgaard

Líknandi tíðindi