U-15 vunnu á Dundee FC

Fyrsti dysturin hjá U-15 í AIFF kappingini í Aberdeen hepnaðist væl. Føroyar vann ein uppibornan 2-0 sigur á Dundee FC. Bæði føroysku málini vóru skoraði í fyrra hálvleiki. Fyrra málið skoraði Pól Ingason, tá umleið 10 min vóru leiktir. Seinna málið skjeyt Brandur Olsen stutt fyri hálvleik.

Føroyar vóru spælstýrandi allan dystin á tamb og skotska liðið kom til fáar vandamiklar málmøguleikar. Við eitt sindur meira av neyvleika høvdu føroyingarnir gott fingið 2-3mál afturat.

Samanumtikið ein fult uppiborin sigur og ein góða byrjan uppá kappingina.

Ì morgin spælir U-15 tveir dystir. Tann fyrri kl 10.30ímóti Tasta IL og tann seinna kl 19.00 sum er ein vinardystur ímóti Falki FC.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum í dag.

[nggallery id=67]

Líknandi tíðindi