Raskar U8-gentur á Eiði
Hvørt vikuskifti spæla fleiri hundrað NSÍ-arar dystir kring landið.
Í morgun spældu okkara góðu U8-gentur kapping á Eiði. Tær vóru ógvuliga raskar, og vunnu tær 3 av 5 dystum. Tær spældu ein dyst javnt 3-3, og í seinasta dystinum taptu tær ímóti einum ógvuliga góðum ÍF-liði.
Á NSÍ-liðnum í dag vóru Malan, Ida, Marta, Sunnvá, Vivia, Elin & Hilda.
Um onkur hevur myndir, frásagnir o.a. av liðum hjá NSÍ, so er møguligt at senda tilfarið til son[email protected], og síðani verður grein løgd út á heimasíðuna hjá NSÍ.
slp