Beinir Grønagarð á U17-landsliðnum

Til EM-undankappingina hevur Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, sent boð eftir Beinir Grønagarð úr NSÍ.

16 ára gamli Beinir er ein sera raskur leikari, ið hevur ment seg nógv tey síðstu árini. Beinir var partur av U17-liðnum hjá NSÍ, ið leikti steypafinalu 07.oktober, og hevur eisini í ár verið partur av U21 liðnum, ið fekk eitt 3.pláss og eisini við næstbesta liðnum, ið fekk 2.pláss og eina uppflytnig.

EM-undankappingin hjá U17-liðnum verður í Kroatia frá 3. til 9. november. Umframt Froyar og Kroatia, eru England og Kosovo við til kappingina.

Skráin
3. nov. England – Føroyar
6. nov. Kroatia – Føroyar
9. nov. Føroyar – Kosovo

Vit ynskja Beinir og hinum í hópinum góða ferð og bestu eydnu!

Líknandi tíðindi