Seyðaseðilin 2023 er trektur!
Seyðaseðilin 2023 er trektur, og tit síggja vinnarnar á myndini, ið er viðheft.
NSÍ takkar fyri stuðulin.
SAMAN STANDA VIT STERK!

Seinasti dysturin í ár hjá NSÍc varð spældur í Gundadali í dag. NSÍ vann bólkin sera sannførandi! Teir hava skotið 139 mál í ár, ímeðan bara 18 mál eru farin ígjøgnum. Hetta gevur ein málmun á +121 mál, og tað má sigast at vera ótrúliga flott. Venjarar eru Jonhard H. Hansen og Eddie Mikkelsen. Liðformaðurin, Meinhard…
Nú leygarkvøldið (í morgin 20. juni) verður pub-quiz, syngið við & dansur (DJ) í hæddini í Saltangará. Byrjað verður við pub-quiz kl. 22.00. Kostnaður: Kr. 100,- fyri kvøldið.
Nú er møguleiki at keypa árskort til allar heimadystirnar hjá NSÍ fyri kappingarárið 2019. Árskortið er galdandi til allar heimadystirnar í Betri-deildini. Árskortið kann keypast í Bókabúðini fyri einans 900,- krónir. Saman standa vit sterk.
Tað er við gleði, at vit í dag kunnu kunngerða, at Margit Magnusdóttir spælir við NSÍ komandi kappingarár. Margit byrjaði at leika við MB, og seinni við 07 Vestur. Eisini hevur hon leikt við B36 í 6 ár. Hon er partur av landsliðshópinum, sum er úttikin til Nations League seinni í mánaðinum. Hon hevur leikt heili 127…
Tað eru mangir leikir í longum talvi. Vegurin til eina steypafinalu er oftast langur, og tí er tað stórt, tá tað eydnast at koma so langt. Í dýrdarveðrinum á eystanstevnu møttust NSÍ og KÍ í hálvfinaluni. Undan dystinum mundi NSÍ metast sum greiður favorittur at vinna dystin. NSÍ hevur vunnið 21 stig í landskappingini og…
Lutaseðilin er trektur í kvøld, og tey heldigu sum hava vunnið ein túr til til Belfast 26 juni eru: Seðil nr 342 Seðil nr 375 Seðil nr 663 Seðil nr 1247 Seðil nr 1738 Um tú hevur vunnið, so kanst tú ringja til Dánial á tlf 212782.