Grein úr Vespuni, Sonni L Petersen

Ítróttarstuðulin er ein íløga

Á seinasta býráðsfundi í Runavíkar Kommunu vórðu kr. 690.000 býttar út til 17 ymisk ítróttarfeløg. Talan er veruliga um eitt ógvuliga fjølbroytt ítróttarlív í kommununi, og tað er at fegnast um.

Ein áhugaverdur spurningur kom upp at venda á býráðsfundinum. Eigur kommunan at stuðla ítróttarvirksemi og hvussu stór skal upphæddin vera?

Peningurin verður býttur út eftir einum lykli, ið tekur hædd fyri útreiðslum og aktivum limatali. Ítróttarnevndin mælir til at broyta lykilin til næstu ferð, soleiðis at ávísur partur av upphæddini verður útlutaður til førleikamenning av ungdómi. Vónandi ynskir býráðið at játta meira pening til ítróttina, soleiðis at førleikamenningin verður løgd afturat verandi játtan. Livst so spyrst.

Mín hugsan er, at talan er als ikki um stuðul, men um eina íløgu. Ein íløga í góða heilsu, trivnað, vinarlag, undirhald og samanhald. Økið úti við Bylgjuna og Løkin er veruliga eitt spæli- og lærupláss hjá fleiri hundrað børnum. Dagligi týdningurin av einum felagsskapi sum NSÍ kann ikki gerast upp í pengum. Um vit tó gera eina roynd, so er talan um eina serstakliga góða íløgu.

Næsta stigið er eitt ítróttarhús

Ítróttarliga flaggskipið hjá Runavíkar Kommunu er NSÍ. Tað varð millum annað prógvað, tá Runavíkin varð málað gul eina heila viku upp til steypafinaluna í 2017. Tann vikan prógvaði, at tað ræður ikki bara um gull og sigur, men eisini um samanhald og upplivingar.

Upplivingar. Tær deiliga bygdasligu rekkjukoyringarnar runt í øllum bygdunum. Børn í gulum, sum hoppa og syngja ‘gull og svart’ í einum Glyvra Skúla í undantaksstøðu. Andlitsmáling. 1000 guliganz á Tórsvølli.

Tíðin er komin til at 64-ára gamla flaggskipið fær eitt hús við Løkin. Mín greiða fatan er, at ítrótturin stendur væl saman, og tískil er tað upplagt, at fleiri ítróttargreinar eiga at fáa pláss í sama húsi.

Talan er ikki um eina útreiðslu, men eina íløgu í framtíðina.

Saman standa vit sterk!

Sonni L. Petersen, næstformaður í ítróttarnevndini í Runavíkar Kommunu

Líknandi tíðindi