Tveir NSÍ´arar á U19 landsliðnum

Høvuðsvenjari, Øssur Hansen, hevur úttikið 20 leikarar til venjingarkapping í Spania.

Ímillum teir 20 leikarnar eru Jón Petur Thomsen og Teitur Knudsen úr NSÍ. Báðir tveir hava leikt við besta mansliðnum í ár. 17 ára gamli málverjin, Jón Petur, avloysti Kristian Joensen, meðan hann var úti við skaða, og 18 ára gamli miðvallarin, Teitur Knudsen, hevur fingið royndir frá byrjan og sum innskiftari, og hevur skotið tvey mál á bestaliðnum. Báðir tveir evnaríkir og spennandi leikarar at fylgja.

Venjingarkappingin er ein fyrireiking til EM í novembur, og koma teir at spæla í móti Portugal 11. oktober, og 14. oktober verður spælt í móti Írlandi.

NSÍ ynskir tykkum og hinum í hópinum bestu eydnu til venjingarkappingina.

Líknandi tíðindi