Bilasølan stuðlar NSÍ

Bilasølan og NSÍ hava gjørt stuðulsavtalu, og komandi tvey árini verður Bilasølan ein aktivur viðspælari hjá NSÍ.

Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, sigur, at hann fegnast um góða stuðulin frá Bilasøluni, og leggur afturat, at slíkur stuðul er kærkomin, og hevur stóran týdning fyri menningina av felagnum komandi tvey árini.

Hendrik Egholm, stjóri á Bilasøluni, leggur afturat, at tey á Bilasøluni fegin stuðla NSÍ, og øllum tí stóra arbeiði felagið ger í lokalumhvørvinum.

NSÍ takkar Bilasøluni fyri góða stuðulin.

Líknandi tíðindi