Steypafinalu-vikuskifti!

Í morgin, leyagrdagin 07.oktober, er stórt steypafinalu-vikuskfiti á Tórsvølli.

Í NSÍ hava vit tvey lið í finalunum. Eina liðið er í U17 dreingja finaluni, meðan tann seinna finalan hjá NSÍ, er steypafinalan hjá kvinnunum!

Í U17 dreingja finaluni er HB mótsstøðu liðið hjá NSÍ. Dysturin byrjar kl 16:00.

Í finaluni hjá kvinnunum er tað KÍ, ið er mótsstøðu liðið. Talan er um ein dyst í millum nummar 1. og 2. í landskappingini. Dystirnir millum liðini í landskappingini hava verið javnir, men endaðir við sigri til KÍ. Dysturin byrjar kl 19:15.

Vónandi verður tað nógv gult og nógv fólk at síggja á Tórsvølli bæði klokkan 16:00 og klokkan 19:00

SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi