U16 í steypafinaluni!

Í kuldanum leygardagin vunnu okkara dreingir sannførandi á grannunum hinumegin Gøtueiðið. Talan var um hálvfinaluna í steypakappingini, og var dysturin ein endurtøka av finaluni í fjør, tá ið Víkingur vann 1-0. Hesaferð vóru vit omaná – ruddiliga.

Roknað var við tøttum dysti við Løkin. Víkingur vann seinasta vikuskiftið 4-1 á B36, sum er eitt av bestu liðunum í deildini. Okkara komu av norðoyastevnu við einum 3-3 javnleiki.

Tað stóð á jøvnum fyrstu góðu løtuna. Tað vóru tó okkara, sum stútt og støðugt søktu at málinum hjá Víkingi. Fleiri góðar støður og stórir málmøguleikar vóru. Víkingur hevði ikki ein einasta. Í 30. minutti ella har áleið fingu vit hol á. Mórits Heini sendi bóltin frá miðjuni fram á vinstra kant, har ein sera vælleikandi Andri tók ímóti. Hann sendi bóltin inn til Steffan, sum, nakað trýstur av verjuleikarum, smekkaði bóltin ísakalt i netið. 1-0 til NSÍ, og tað var púra í tráð við leikgongdina.
1-0 var eisini hálvleikstøðan, og tað kundi eins væl staðið 4 ella 5-0.
Seinni hálvleikur líktist fyrra. Munurin á liðunum var stórur. Longu 3 minuttir inn í seinna hálvleik bleiv 2-0. Okkara fingu fríspark á miðjuni, og meðan víkingarnir kjakaðust um frísparkið, gjørdi Mórits Heini skjótt og sendi Andra avstað í vinstru síðu. Hann bleiv púra blankur og smekkaði bóltin í málið. Og 3 minuttir seinni bleiv dysturin avgjørdur. Steffan tók bóltin niður mitt á miðjuni, sendi Andra avstað í vinstru, og tá Andri sendi bóltin inn fyri málið, var Steffan runnin upp á pláss og høgdi bóltin upp undir nettakið. 3-0 og dysturi í roynd og veru avgjørdur.
Víkingar minkaðu um munin við fínum skallara.
Seinasta málið í dystinum fingu vit. Pætur Skipanes kom inn á vinstra kant. Hann fekk eina sending og bleiv leysur, men heldur enn at skjóta sjálvur, spældi hann ósjálvsøkið bóltin yvirum, har Jógvan setti fótin á. 4-1 og NSÍ skal spæla finalu á Tórsvølli 29. august.
Dysturin móti Víkingi vísti, at tá okkara dreingir eru tendraðir, kunnu teir vinna móti hvørjum sum helst. Vísa teir sama huga til finaludystin, so kann steypurin enda í Runavík.
Samanumtikið kunnu vit siga, at vit hava eina krútsterka verju. Við Móritsi Heina, Aron og Andra í “spælihumøri” á miðjuni skapa okkara nógvar málmøguleikar og við einum skørpum Steffani í front kann tað blíva stuttligt at halda við NSÍ. Hesin dysturin varð vunnin við góðum liðfótbólti, og tað ber langt.

Líknandi tíðindi