Fjepparin | Tíðindi

Atgongumerkir Europa Leauge dystur: NSÌ-Fulham

Hósdagin klokkan 18.45 spælir NSÍ sín seinna dyst í Europa League dyst, tá vit á Svangaskarði taka ímóti Fulham.

NSÍ selur atgongumerki til dystin í forsølu í FAST-handlunum í Klaksvík, Havn og í Saltangará. Vaksin rinda 100 krónur, og børn í aldrinum 4-16 ár,  rinda 50 krónur í undansølu.

Keypir ein atgongumerki beint áðrenn dystarbyrjan kemur tað at kosta 150 krónur fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Líknandi tíðindi