U16 javnleik í norðoyastevnudysti.

Tað hevur gingið væl hjá U16 dreingjunum í ár. Teir hava ligið fremstir og hava vunnið 5 dystir og leikt ein javnan. Eisini eru teir komnir í hálvfinaluna í steypakappingini.
7. landskappingardysturin í ár var á norðoyastevnu móti KÍ. KÍ hevur ligið í tyngra endanum í landskappingini, og tí vóru líkindi fyri einum sigri til staðar, tá liðið leitaði sær undir Leirvíksfjørð týskvøldið. Líkindini til fótbólt vóru góð, eitt lítið lot og nakrir dropar í luftini.
Fyri NSÍ byrjaður hesir inni: Petur Sjúrður, Rani, Mórits Heini, Pætur, André, Sølvi, Heðin, Aron, Jógvan og Steffan.
Fyrri hálvleikur var tamur. Tað mesta fór fram millum brotsteigarnar og fáir málmøguleikar vóru. Nakrar støður kundu blivið vandamiklar, men tað bleiv ikki til tað heilt stóra. Best sum áskoðararnir vóru farnir at hugsa um hálvleik og kaffi, datt bólturin niður fyri føturnar á Steffani Løkin. Hann legði bóltin til rættis til høgra beinið og smekkaðin til. Bólturin streyk inn í síðunetið til 1-0. Samanumtikið var tað í lagi, sum hálvleikurin hevði háttað sær. Heðin og Pætur vóru mest eyðsýndu NSÍararnir fyrstu 40 minuttirnar.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so fekk NSÍ horna. Tá bólturin kemur inn í brotsteigin, verður Mórits Heini hálaður niður, og dómarin dømir brotspark. Aron smekkaði til, men hepni var ikki við. Bólturin tók uttarusíðu av stólparótini og fór út til málspark til KÍ. Ì næsta álopinum gjørdist ein KÍ leikari leysur móti Petur Sjúrði. Hann var knappur og prikaði bóltin framvið honum og í málið.
Minuttin aftaná royndi Sølvi seg við einum serdeilis frekum lobbara úr einum 30-40 metrum. Bólturin sveimaði elegant yvir KÍ-málverjanum og í málið til 2-1 til NSÍ. Og 10 minuttir seinni tykist dysturin at vera avgjørdur, tá fyrst Sonni spældi Áron leysan úti í vinstru. Hann sendi eitt gott innlegg inn í 5 meturin, har Jógvan setti pannuna á leðurkúluna og í málið. 3-1 til NSÍ, frálíkt.
Men, KÍararnir góvu ikki upp. Teir stríddust manniliga, og tað gav úrslit. Fyrst smekkaði ein KÍ leikari bóltin í kassan eftir tilvildarligt spæl í okkara brotsteigi. Og so endaði eitt frísparksinnlegg á pannuni á einum øðrum leikara, sum javnaði til 3-3.
Eftir hetta hendi ikki nógv. Okkara komu til onkrar royndir á málið, men ikki nóg vandamikið.
Vit liggja framvegis í toppinum. Hesin dysturin lærdi okkum, at onki er avgjørt, fyrr enn síðsta bríksl hevur ljóðað. Stríðsviljin hjá KÍ var stuttligur at síggja. Tað kundu okkara lært eitt sindur av. Næsta uppgávan er Víkingur á heimavølli 13. juni. Tað er hálvfinalan í steypakappingini. Tá mugu arbeiðshandskarnir uppá.

Líknandi tíðindi