U16 vann 4-0 uttan hóvasták

Eftir summarsteðg í ein mánaða fór bólturin aftur á rull leygardagin. Okkara liggja sera væl fyri í kappingini, og teir møttu samansetta liðnum EB/Streymur/Skála, sum liggur miðskeiðis í deildini. Í fagrastu líkindum floytaði dómarin, Christian Høgni Jacobsen, dystin við Løkin í gongd.
Og tað var alt fyri eitt, at okkara løgdu trýst á. Álopini skolaðu oman móti málinum hjá EB/Streymi/Skála (ESS). Og fleiri ferðir var tætt við. Jógvan, Aron, Steffan og Andri stóðu allir í sera góðum støðum, men, allir brendu stórar møguleikar.
Hinvegin var verjan krútsterk, sum altíð. Pætur Skipanes, Sjúrður Pauli, Kári og Pætur Hentze mannaðu verjuna, og ESS fingu satt at siga ikki ein tann einasta møguleika. Tvey hornaspørk mundu vera størstu møguleikarnir, sum ESS høvdu. Okkara málmenn høvdu snøgt sagt onki at gera allar 80 minuttirnar.
Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist spælið alt minni samanhangandi. Menn royndu sjálvir heldur enn at spæla saman sum eitt lið. Tá góður hálvur tími var leiktur, tók Mórits Heini eitt trekk fram eftir vøllinum. Hann bleiv feldur stutt frá brotsteigarmarkinum úti í vinstru. Andri legði bóltin inn fyri málið, har hann umvegis eitt ESS bein stakk fyri føturnir á Steffani, sum skoraði til 1-0. Nú mundu fleiri halda, at hol var komið á, so nú fóru málini at rulla inn. Men, tað gjørdu tey ikki, og hálvleikstøðan var 1-0 til NSÍ.
Seinni hálvleikur var ein sonn oyðimarkargongd! Spælið hekk als ikki saman. Dreingirnir valdu tað truplu loysnina heldur enn at spæla saman. Teir valdu heldur at bjóða einu 4-5 mótstøðumonnum av enn at spæla ein púra frían viðleikara. Tað gongur kanska, tá man spælir í U14, kanska. Men tað gongur ikki, tá man er komin í U16. Tí kom púra onki spæl burturúr, og áskoðararnir fóru so smátt at ilskast.
Besti maðurin hendan dystin var Aron Knudsen. Aron var ein støðug hóttan móti ESS. Hann hevur eitt krútsterkt vinstrabein, dugir væl at trekkja upp gjøgnum síðurnar, og so er hann vanliga ísakaldur, tá hann fær møguleikan at skora. Hann fekk eisini tey næstu tvey málini. Málið til 2-0 kom eftir skjótt mótálop. Steffan streyk avstað fram í vinstru og legði inn til ein púra leysan Aron. 3-0 málið var ein perla. Pætur Hentze, sum man vera besti høgri bakkur í landinum, kom fram í høgru og sá Aron renna fram í vinstru. Pætur legði eina “kattepote” avlevering heilt yvir til Aron, sum heilfluktaði bóltin í málið.
Sigurin bleiv staðfestur við einum heilt markháttligum máli. Aftur var tað Aron, sum streyk fram í vinstra borði. Hann legði eitt flatt innlegg inn fyri málið, har ein ESS leikari toygdi seg eftir bóltinum. Hann rakk eisini eftir bóltinum, við hælinum lyfti hann bóltin upp um sín egna málmann og í málið til 4-0. Helst vakrasta sjálvmál, sum nakrantíð er skotið við Løkin.
Samanumtikið vunnu okkara ein uppibornan sigur. Sigurin átti at verið nógv størri. Men, spælið hekk illa saman, og dreingirnir høvdu alt ov longi um at spæla bóltin frá sær. Tílíkt gongur móti ESS, men tað gongur ikki móti sterkari liðum. Okkara liggja framvegis væl fyri í kappingini. Komandi leygardag verður aftur ein styrkisroynd. Tá skulu teir til Havnar at leika móti HB, sum eisini liggur væl fyri í kappingini.

Líknandi tíðindi