NSÍ´ari til NM kapping við U17 landsliðnum

Til NM kappingina hevur Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari, sent boð eftir einum NSÍ´ara millum teir úttiknu leikarnar, og tað er Beinir Grønagarð.

Beinir er 16 ára gamal, og er ein sera raskur leikari, ið hevur ment seg nógv tey síðstu árini og hevur í ár, umframt at vera partur av U17, ið hava spælt seg til hálvfinalu í steypakappingini, eisini leikt við U21 og næstbestaliðnum. Ein spennandi spælari, ið vit gleða okkum at fylgja við framyvir.

NM kappingin fyri dreingir verður í ár í Finnlandi, og kappingini verður frá 1 august til 9 august. Føroyar koma at spæla tríggjar dystir. Fyrsti dystur verður í móti Danmark 4. august, næsti dysturin verður í móti Noreg 6. august og triði dystur verður ein placeringsdystur, og verður leiktur 8. august.

Vit ynskja Beinir og hinum í hópinum góða ferð og bestu eydnu!

Líknandi tíðindi