Tilmeldingardagurin verður hósdagin 18 mars

Árligi tilmeldingardagurin verður hósdagin 18 mars frá 18.30-20.30 í Bylgjuni. Her hava øll, sum hava hug at spæla fótbólt møguleikan at møta upp, og tekna seg til. Tað er krav at øll sum venja og spæla fótbólt við NSÍ hava goldið luttøkugjald. Luttøkugjaldið kann avgreiðast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, við at fara inn á SPJALDUR. Har kunnu øll longu nú fara inn at gjalda.

Vit heita á øll um at gjalda áðrenn, og at hava eina kvittan við hósdagin.

Øll børn frá U15 og niður fáa eina leikarablus frá NSÍ, og er møguleikin at velja stødd og nummar hósdagin.

Líknandi tíðindi