NSÍ vunnið 2-1 á B68 í venjingardysti í kvøld

Heilt fitt av fólki hevði leitað sær til dyst á Svangaskarði í kvøld. Dysturin var hampiliga ferðmikil, og gott spæl var at hóma til tíðir, hóast tað enn sæst, at talan er um venjingardystir.

NSÍ byrjaði við hesum ellivu inni: Kristian Joensen, Monrad H. Jacobsen, Helgi L. Petersen, Jens Joensen, Sjúrður Jacobsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen og Magnus H. Olsen.

Í øðrum hálvleiki komu hesir eisini á vøllin: András Gángó, Justinus Tróndargjógv, Debes Danielsen og Bárður Midjord.

B68 legði seg á odda beint fyri hálvleik. Men beint eftir hálvleik fór NSÍ í skjótálop. Klæmint slapp leysur í vinstru síðu. Hann spældi bóltin flatt inn til Jann Martin, sum skoraði trygt. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vann Klæmint eitt brotsspark, sum han skoraði uppá við einum sera hørðum skoti. Endaliga støðan gjørdist sostatt 2-1 til NSÍ.

Líknandi tíðindi