Javnt á Ólavsøku: HB-NSÍ 0-0

NSÍ og HB leiktu málleysan javnleik í Gundadali í dag.

Tað er altíð stuttligari at síggja mál í einum dysti. Í fjør leiktu vit tveir sera spennandi og undirhaldandi dystir móti HB í Havn, men hóast vit skoraðu í báðum dystunum, taptu vit teir báðar. Í so máta var úrslitið í gjár munandi betur.

Og hóast dysturin ikki livdi upp til stemningin millum áskoðararnar (serliga teir gulu – hoyr teir niðanfyri, meðan tú lesur víðari),var dramatikkur av og á.

Ja, vit halda øll við NSÍ
NSÍ, NSÍ, NSÍ…
Ging Gang Guliganz
NSÍ, NSÍ
NSÍ

Dysturin var trupul uppá fleiri mátar. HB ætlar sær heilt víst at lyfta seg úr niðara partinum av stigatalvuni, ongantíð ov skjótt. NSÍ hevur eisini mangan havt tað trupult móti HB í Gundadali.

Byrjunaruppstillingin hjá NSÍ var nakað ókend. András var sum vant í málinum. Jónhard, Petur Pauli, Jens og Árni í verjuni. Jann Martin, Fritleif, Heðin og Mamuka tvørtur um miðjuna, og Christian Høgni og Klæmint í álopinum.

Árni skuldi royna seg á vinstra bakki fyri ein skaddan Einar. Fritleif, sum júst er komin frá ÍF, kom inn á miðjuna fyri Jústinus, sum hevði leikbann og Heðin leikti somuleiðis mitt á miðjuni.

Hóast NSÍ hevði fyrsta møguleikan, tá Klæmint í 2. minutti sendi ein høvdara framvið málinum eftir innlegg frá Árna, so var tað HB, sum byrjaði dystin sum eitt ódnarveður. Fyrstu 10 minuttirnar settu teir nógva ferð á, tá teir fingu bóltin, og spældu sera beinleiðis fótbólt, við fullari ferð fram til baklinjuna og so innfyri. Fyrstu løtuna gekk hetta einamest útyvir Árna, sum skuldi fóta sær í óroynda leiklutinum sum vinstri bakkur. Tíbetur vóru innleggini hjá HB ikki so neyv, og miðverjan og András stinn, tá skotini komu av og á.

Í 12. minutti tók Fritleif eitt skjótt fríspark fram til Klæmint, ið gjørdist púra leysur, men onkursvegna valdi dómarin at lata frísparki ganga umaftur.

NSÍ var nú komið betur við í dystin, men tað gekk trupult hjá NSÍ at fáa samanhang í spælið, og um tað koyrdi væl eina løtu, var seinasta avleveringin oftani adressuleys. Jann Martin kom fram til innlegg í 16. minutti, men eingin var komin við fram. Løtu seinni royndi Christian Høgni seg við einum skoti útifrá.

Í 18. minutti vann Klæmint eitt fríspark í vinstru síðu. Skotið hjá Christiani Høgna varð blokerað, og síðani skjeyt Fritleif við síðuna av.

Í 20. minutti hevði Christian Høgni eitt gott skot útifrá til málamnnin eftir góðum forarbeiði frá Mamuka í vinstru síðu.

HB sendi eina frísparksroynd beint til András í 22. minutti. Eitt gott NSÍ álop í vinstru síðu í 23. minutti endaði við einari skeivari seinastu avlevering.

Í 24. minutti sendi Christian Høgni bóltin upp um málmannin og í undirkantin av tvørtræinum úr vinstru síðu.

Símun Samuelsen skjeyt uppum úr teirra høgru síðu eftir ping pong spæl uttanfyri brotsteigin hjá NSÍ í 26. minutti. Og í 27. minutti blokeraði NSÍ-verjan aftur eitt HB-fríspark.

Hóast Mamuka var væl vardur í vinstru síðu, dystaðist hann fleiri ferðir við fleiri HB-arar um bóltin. Og í 29. minutti endaði tað við, at han fekk eitt skot á málið.

Christian Høgni fekk gula kort í 30. minutti eftir ein nærdyst við Símun Samuelsen, ið hevði við sær, at ein tann vandamiklasti HB-áleyparin í dystinum higartil mátti av vøllinum skaddur.

Mamuka mól HB-verjuna sundur og saman aftur í 35. minutti, men seinasta avleveringin manglaði.

Fróði sendi eitt langskot til András í 37. minutti. Klæmint kom fram til innlegg í 38. minutti, men eingin var at taka ímóti tí.

Móti endanum av hálvleikinum høvdu NSÍ fleiri royndir. Klæmint vann bóltin í einum luftdysti við HB-málverjan, men ein verjuleikari kom ímillum, áðrenn bólturin fór um strikuna. Og Christian Høgni sendi eitt fríspark úr høgru síðu, sum Heðin saksaði, og tá bólturin kom niður aftur, høvdaði Mamuka beint framvið.

Farið varð sostatt til hálvleiks við støðuni 0-0. HB fekk eina betri byrjan við kvikum álopum, men so við og við fekk NSÍ fótað sær og komu til teir kanska vandameiru kjansirnar. Alt var framvegis opið í hálvleikinum.

NSí legði bragdligari fyri í seinna hálvleiki. Í 48. minutti fór Klæmint um koll inni í HB-brotsteiginum, men dómarafloytan tagdi. Síðani skjeyt Christian Høgni úr spískum vinkli úr vinstru síðu, men málmaðurin fekk eitt bein á.

HB legði nú trýst á NSÍ eina løtu, og gav hetta onkran kontramøguleika. Klæmint fór við ferð frameftir í 51. minutti, men avleveringin til Christian Høgna var ikki nóg neyv – hetta tóktist annars at vera ein stórur møguleiki.

HB hevði eitt skot uppum í 55. minutti. Árni kom gott framvið og vann eitt horna í 57. minutti, men eingin fekk bóltin, tá hornasparkið kom innfyri.

Christian Høgni sendi bóltin væl tvørturum vøllin til Mamuka í 59. minutti, men skotið hjá honum fór við síðuna av. Og einar 3 minuttir seinni gav NSÍ-tryst fleiri innlegg, tó uttan nakra veruliga málroynd.

Javnt gekk á, meðan bæði liðini royndu at fáa hol á málskjótingina. HB hevði síðani fleiri royndir, ein høvdara uppum í 64. minutti, eitt skot uppum í 65. minutti og eitt innlegg uttan adressu í 68 minutti.

Klæmint royndi seg við einum høvdara mitt fyri eftir innlegg frá Jónhard úr høgru síðu í 68. minutti.

Jann Martin vann eitt fríspark í høgru síðu langt uppi á HB-hálvuni í 70. minutti. Heðin sendi bóltin inn fyri, og Jens royndi at stýra hann móti málinum, men varð dømdur rangstaddur. Debes kom síðani á vøllin fyri Jann Martin.

András hevði eina góða bjarging frá Hallur Hansson í 72. minutti. Og í 76. minutti hevði András aftur ein frálíka bjarging við handaru stong eftir frísparksinnleggi frá Andrew úr teirra høgru síðu.

Evnaríki ungi ÍF-arin, Ari Ó. Ellingsgaard, kom á vøllin fyri Christian Høgna í 79. minutti.

Heðin førdi bóltin væl frameftir vøllinum í 81. minutti, og endaði álopið við, at Debes sendi eitt skot móti málinum.

Smáspæl hjá HB í 82. minutti endaði við, at teir sendu bóltin upp um málið.

Í 85. minutti kom András út og boksaði eitt HB-innlegg burtur. Rógvi Holm roynir at vinna bóltin, og brustu teir tí ógvusliga saman. Eina løtu sá tað út til, at Rógvi fekk harðan stoyt, og varð hann eisini leiddur av vøllinum.

Gott samanspæl millum Árna og Ari í 90. minutti endaði við, at Ari sendi bóltin beint framvið handaru stong.

Samanumtikið var 0-0 ivaleyst hóskandi. Onkrar málroyndir vóru hjá báðum liðum, men talan var sjálvdan um gott spæl, og málroyndirnar tóktust ikki so vandamiklar.

Vit fingu eitt stig móti HB í Havn – tað er ikki at forsmáa. Vit manglaðu profilarnar Jústines og Einar. Og vit fingu sæð nýggju mennirnar hjá okkum, Fritleif og Ari.

Eftirsum talan var um Ólavssøkudyst, skuldi vinnarin av stevnusteypinum finnast við brotssparkskapping, og gekk hon soleiðis fyri seg:

Fróði Benjaminsen 1-0
Árni Frederiksberg 1-1
Vagnur Mohr Mortensen á stongina 1-1
Debes Danielsen bjargaður á stongina 1-1
Hendrik Rubeksen á stongina 1-1
Ari Ó. Ellingsgaard uppum 1-1
Hallur Hansson 2-1
Hedin á Lakjuni skoraði 2-2
Andrew av Fløtum skoraði 3-2
Klæmint A. Olsen skoraði 3-3
Jón Krosslá Poulsen skoraði 4-3
Mamuka Toronjadze skoraði 4-4
Hanus Thorleifsson skoraði 5-4
Fritleif í Lambanum uppum 5-4

Sostatt vann HB steypadystin, og fingu áskoðararnir endiliga sæð nøkur mál.

HB-NSÍ 0-0
30 min. Christian Høgni Jacobsen gult kort

NSÍ:
András, Jonhard, Petur Pauli, Jens, Árni, Jann Martin (72′ Debes), Fritleif, Heðin, Mamuka, Christian Høgni (’79 Ari) og Klæmint. Á beinkinum eisini Pætur, Arni og Andrias

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók í Havn.

[nggallery id=175]

Líknandi tíðindi