Hæddarpunkt NSÌ-TB-FCS/Royn
Her er so nøkur hæddarpunkt av dystinum frá dystinum í gjár 🙂
Her er so nøkur hæddarpunkt av dystinum frá dystinum í gjár 🙂
Eftir at HB tapti ímóti FC Suðuroy í gjár, høvdu vit møguleikan at økja um leiðsluna í toppinum. Tað gjørdu vit eisini, men bert við einum stigi, soleiðis at vit nú eru á odda við trimum stigum eftir dystin ímóti ÍF í kvøld. Pauli Poulsen var noyddur at gera onkrar broytingar á liðnum, tí at…
Lutaseðlarnir sum vunnu til dystin NSÍ-AB 11 august vóru: Gávukort frá Bowling: Appelsingulur seðil nr. 40537 Gávukort frá Shop-In: Gulur seðil nr. 45304. Vinningarnir kunnu fáast við at ringja tlf. 253866 NSÍ takkar fyri stuðulin.
NSÍ hevur í kvøld gjørt sáttmála við Trygva Mortensen, sum inniber, at Trygvi verður høvuðsvenjari hjá EFFO-liðinum komandi 2 árini. Helgi L. Petersen verður hjálparvenjari hjá Trygva. Venjarnir siga, at teir eru sera spentir til komandi leikár. NSÍ hevur eitt spennandi lið, sum kann standa seg væl í kappingini. Miðalaldurin á EFFO-liðinum hjá NSÍ er…
Nógvur landsliðsfótbóltur verður kring landið í døgunum 6. til 11. august, tá Føroyar vera vertir fyri árligu NM-kappingini fyri U17-landslið við dreingjum. Umframt Føroyar, ið eisini verður umboðað við U19-landsliðnum, fara Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ongland, sum gestaland, at kappast um at gerast Norðurlandameistari 2012 fyri U17-landslið. Flestu av dystunum í kappingini verða…
Næsti dystur hjá okkum verður nú hósdagin 5. juli kl. 18.30 CET (17.30 okkara tíð) á leikvøllinum Stade de La Frontière, sum liggur á vegnum Rue Renaudin í býinum Esch-sur-Alzette í Luksemburg. Sambært viamichelin.com tekur tað 9,44 tímar (918 km) at koyra úr Billund. Um tit eru í grannalagnum og ynskja atgongumerki til dystin, kunnu…
Í samband við dystin í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÌ og Víking mikukvøldið 7 august kl 19.00 á Svangaskarði, er vinningurin á lutaseðlinum ein Iphone 4S. Umboð frá NSÌ koma at standa við inngongdina at selja lutaseðlar. Lutaseðilin kostar 10 kr pr stk. Tað er RTS sum hevur latið vinningin.
Ongar vørur eru í kurvuni