Aðalfundur í NSÍ: Kinna F. Olsen nýggj forkvinna

Í kvøld hevur NSÍ havt ársaðalfund fyri 2011. Fitt av limum felagsins vóru møttir. Lasse Klein leiddi fundin fyrimyndarliga og talan var um ein gevandi og siðiligan fund. Roknskapurin varð einmælt samtyktur.

Nevndarval var á skránni til mannan av starvsnevnd og ungdómsnevnd.

Starvsnevndin er mannað soleiðis:

  • Kinna F. Olsen forkvinna
  • Stig Davidsen næstformaður
  • Jóna Kristiansen peningarøkil
  • Ragnhild Knudsen skrivari
  • Thomas Johannesen nevndarlimur

Tiltakslimir eru:

  • Jóhan Johannesen
  • Tanja Húneck

Ungdómsnevndin er mannað soleiðis:

  • Jonhard Hansen formaður
  • Steinolvur Gudmundsson næstformaður
  • Egil Olsen peningarøkil
  • Hertha Olsen skrivari
  • Danjal Pauli Jensen nevndarlimur

Tiltakslimir eru:

  • Oddfríður Gaardbo
  • Anja Mortensen

Jonhard Hansen er samskipari í felagnum.

 

 

 

Líknandi tíðindi