Árni nýggjur á landsliðnum!

Lars Olsen hevði áður úttikið Klæmint A. Olsen og Pól Jóhannes Justinussen. Í morgun gjørdist so greitt, at Árni Frederiksberg er nýggjur maður á landsliðnum.

Árni skorar fleiri enn 10 mál hvørt kappingarár, og hartil leggur hann upp til eitt hav av málmøguleikum. Tískil hava allir NSÍ-arar og flestu føroyingar bíðað eftir hesi úttøkuni.

Vit ynskja okkara monnum – og sjálvandi eisini restini av landsliðnum – bestu eydnu við landsdystinum ímóti Grikkalandi.

 

Líknandi tíðindi