Betri-liðini

Tap í venjingardysti: NSÍ-TB 1-2

NSÍ og TB leiktu venjingardyst í góðveðrinum við Løkin í dag.

Spælið var nokkso rótut. Í fyrra hálvleiki virkaðu gestirnir grammari, og løgdu teir seg á odda beint fyri steðgin.

NSÍ var betur skipað í seinna hálvleiki, men kortini legði TB seg á odda 2-0 í 49. minutti.

Bert tríggjar minuttir seinni fekk NSÍ brotsspark, sum Árni Frederiksberg setti trygt í netið.

Ymiskir spælarar royndu seg í dag. NSÍ byrjaði við hesum 11: Predrag Markovic (Kristian er við landsliðinum, og András var sjúkur), Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Jens Joensen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Ingi Sørensen (ungur Víkingur), Ari Ó. Ellingsgaard, Magnus H. Olsen, Andrias á Líknargøtu. Seinni komu hesir á vøllin: Andras Frederiksberg, Debes Danielsen, Justinus H. Tróndargjógv og Rógvi Højgaard.

Niðanfyri eru kykmyndir av málunum.

Líknandi tíðindi