Fjepparin: Bill Justinussen

Bill Justinussen, sum leikti vinstri vongur, minnist m.a. mentanarsamanbrestin, tá glyvradreingir fóru út til Runavíkar at spæla fótbólt, og góðu løturnar við soninum Pól Jóhannus.

Navn og aldur?
Bill Justinussen, 48 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Ja, meir og minni. Standi miðskeiðis millum Snæbjørn bróður og Símin hjá Óla. Teir standa vanliga aftanfyri ovastu setrini skamt frá kioskini, nøkulunda frá miðum vølli og norðureftir.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi øll dreingjaárini, mest sum vinstri vongur.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Vit glyvradrongir búðu meginpartin av okkara uppvøkstri á Glyvraplen, sum vit kallaðu hana; tað er vøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum. Haðani kom áhugin. Tá vøllurin í Runavík var gjørdur í 1972, minnist meg rætt, fóru vit ta longu leið til gongu út í Runavíkina, tí vit vildu leika við NSÍ. Fyrsti maður (drongur), sum meg minnist, tók í móti okkum, var Jóhannus Steingrund. Hann vildi hava at vita, hvar á vøllinum, vit spældu, og nevndi sum dømi centre forward og centre half. Slíkt høvdu vit ongantíð hoyrt um áður, so vit vóru fyri ongum í byrjanini.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Mær dámdi altíð væl at síggja Justinussen-brøðurnar Pola, Justinus og seinni Sverra. Men tað eru nógvir aðrir upp gjøgnum árini, sum hava givið okkum áskoðarum ógloymandi løtur við Løkin. Eyðun Gaardbo og Ábraham Løkin eru teirra millum. Og í nýggjari tíð man Christian Høgni hava verið tann, sum hevur verið størsti bóltsnillingurin.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari ella NSÍ-ari?
Tær eru so mangar. Øll árini saman við soninum Pól Jóhannus heilt frá pilti til fremstu deild hava givið so mangar stórar løtur. Men tó minnist meg løtuna á Ólavsøku í 2002, tá NSÍ leikti steypafinalu á Tórsvølli, sum serstaka.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin í dag er skjóta og glaða spælið fram eftir vøllinum. Tað merkist væl, at tað eru ungir og spæliglaðir dreingir, sum manna liðið, og eitt slíkt lið kann ein góðan dag vinna øll lið – og ein ringan dag tapa øll lið.

Mánadagin møta vit FC Suðuroy í Vági. Hvussu vildi tú lýst FC Suðuroy sum mótstøðulið?
Eg kenni ikki so væl mótstøðuliðið. Men tað er sera vandamikið at møta einum liði, sum er so svangt eftir sínum fyrsta sigri, samstundis sum teir júst hava skift venjara.

Hvat væntar tú, úrslitið verður mánadagin?
NSÍ vinnur, um teir megna at byggja dystin varðisliga upp. Ikki leypa framav og gera alt av sær í fyrra hálvleiki, men goyma styrkina og avgerandi yvirskotið heilt til seinasta bríksl.

Líknandi tíðindi