Betri-liðini

NSÍ vann stórsigur á 07 Vestur

Lat tað verða sagt beinanvegin. Tað var stórur munur á liðunum við Løkin í dag. NSÍ var ruddiliga við yvirlutan og vann 4-0. Sigurin var ikki eitt mál ov stórur.

Vágamenn sprellaðu eina løtu og fyrstu 20 minuttirnar vóru teir væl við. Svenski Ken Fagerberg royndi seg nakrar ferðir og ta einu ferðina var nær við, men Símun Rógvi kom væl út og bjargaði. Tá sami Ken tíðliga í fyrra hálvleiki mátti lata seg skifta út orsakað av skaða, var ikki meira í liðnum hjá 07 Vestur. Teir høvdu helst eisini tapt við honum á liðnum, men uttan hann gjørdist tað trupla ógjørligt.

Okkara menn vóru, hinvegin, í hopla í dag. Liðskiparin, Klæmint, legði okkum tíðliga á odda, tá hann hegnisliga við høvdinum stýrdi einum góðum innleggi frá Einari í málið. Eftir hetta vassaðu vit í málmøguleikum og var tað ikki fyri ein sera vælleikandi Silas Eyðsteinsson í málinum hjá 07 Vestur, varð dysturin væl og virðiliga avgjørdur í fyrra hálvleiki. Serliga Pól Jóhannus og Petur vóru nær við.

Tá 42 minuttir vóru leiktir, var málslúkurin hjá okkum aftur á rætta staðnum. Uppskriftin var væl kend ímillum NSÍ fjepparar. Eitt gott innlegg frá Árna Frederiksberg fann Klæmint, sum síðani umsetti til mál. 2-0 til NSÍ og liðini fóru til hálvleiks.

Seinni hálvleikur var eitt langt NSÍ álop og spurningurin var bara, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða. Heimaáskoðararnir fingu tvey mál afturat at fegnast um. Fyrst var tað Jens Joensen, sum eftir innlegg frá Árna Frederiksberg stýrdi bóltin í málið. Nakað eftir hetta staðfesti Petur Knudsen sigurin við góðum avriki, tá hann hevði fintað hart sperdu verjuna hjá 07 Vestur fleiri ferðir.

Tá nú sigurin var komin undir land tíðliga í seinna hálvleiki, fingu tríggir av lyklaleikarunum, Klæmint, Árni og Betuel, tíðliga frí í dag. Hetta gav møguleika til aðrar, sum eisini vóru nær við at økja um leiðsluna.

Vit eru nú komin upp á bronsuplássið, og sum liðið spældi í dag, kunnu vit av røttum hava vónir um heiðursmerkir, tá kappingin endar einaferð í oktober.

NSÍ – 07 Vestur 4-0 (2-0), Klæmint x 2, Jens og Petur.

hlp

Líknandi tíðindi