NSÍ-ÍF: – Jann Benjaminsen søkti ÍF

NSÍ vann fyri løtu síðani sín áttanda sigur á rað ímóti ÍF í landskappingini.

NSÍ hevði yvirvág í spælinum í fyrra hálvleiki, men teir gulu høvdu trupult við at umseta møguleikarnar til mál. Petur Knudsen mundi kenna seg snýttan fyri eitt brotsspark tíðliga í dystinum, tá ÍF-verjuleikari ikki rakar bóltin, men ístaðin sær út til at fella Petur.

Tað eydnaðist tó NSÍ at koma á odda beint áðrenn steðgin, tá offside-fellan hjá ÍF kiksaði. Tað endaði við at Betuel Hansen gjørdist púra leysur, og spældi yvirum til ein uppaftur leysari Jann Benjaminsen, sum lættliga setti bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ framhaldandi tak á dystinum, og vóru nær við at økja um leiðsluna. Árni Frederiksberg hevði millum annað eitt gott skot á samankomingina.

Fuglfirðingar fingu gyltan møguleika at javna, tá tað tóktist sum at fjórði dómarin hevði sæð hond á bóltinum, soleiðis at Bogi Reinert Petersen fekk møguleikan úr ellivu metrum. Bogi rakti tó tvørtræið, soleiðis at NSÍ enn var á odda við einum.

Eftir gávumilt verjuspæl frá ÍF var tað aftur Jann Benjaminsen sum skoraði, tá hann útplaseraði málverjan. Eftir hetta var Jann rættiliga í hopla, og var hann støðugt ein hóttan ímóti ÍF-verjuni. Jann, man of the match, átti eisini uppleggið til triðja málið, tá hann spældi toppskjúttan Klæmint A. Olsen fríðan. Klæmint skoraði harvið sítt sjeynda mál í ár, og er hann toppskjútti í effo-deildini.

NSÍ er nýtt oddalið í deildini, men sessurin er møguliga bara til láns, tí bæði KÍ og Víkingur hava møguleikan at broyta tabellina í morgin.

slp

Líknandi tíðindi