Hálvfinala: Bussur til steypadyst í Klaksvík!

NSÍ skipar fyri bussi báðar vegir í sambandi við hálvfinaluna í morgin í kappingini um Løgmanssteypið. KÍ-NSÍ byrja kl. 18.00 við Djúpumýru.

Bussurin koyrir frá Bylgjuni kl. 17.00 til Klaksvíkar, og heimaftur aftaná dystin.

Kostnaðurin er einans kr. 50,00 fyri túrin báðar vegir.

Vónandi síggja vit nógvar gular áskoðarar í Klaksvík til at stuðla okkara liði í hesum spennadi og týdningarmikla dysti.

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi